- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar fáa 1,8 milliónir krónur aftur í kirkjuskatti
Tey, sum hoyra til kirkjuliðið í Hoyvík, fáa eina eyka jólagávu frá Taks, nevniliga 1,8 mió. kr. aftur í skatti, sum tey hava golið ov nógv í kirkjuskatti í fjør
Mánadagin, tollaksmessudag, fáa umleið 2600 fólk í Hoyvík eina flyting frá Taks.
Ímeðal fáa tey 700 krónur í part.
Pengarnar fáa tey aftur, tí tey í 2023 rindaðu ov nógv í kirkjuskatti.
Men hvussu kann tað koma fyri, at fólk gjalda ov nógv í kirkjuskatti?
Urga upphav til skeivt skattaprosent
Øll, sum eru limir í Fólkakirkjuni, rinda 0,6 prosent í kirkjuskatti.
Harumframt kunnu ymsu kirkjuráðini søkja Stiftsstjórnina um at fáa ein eyka, sonevndan "staðbundnan kirkjuskatt" frá sínum limum, til dømis tá serligar íløgur skulu gerast í kirkjuna í sóknini.
Staðbundni kirkjuskatturin kann vera í mesta lagi 0,3 prosent, og skal góðkennast av Mentamálaráðnum, ið varar av fólkakirkjuni.
Tá Hoyvíkar Kirkja skuldi hava nýggja urgu, rindaði kirkjuliðið í Hoyvík 0,25 prosent í eyka, staðbundnum kirkjuskatti. Tí varð samlaði kirkjuskatturin í Hoyvík 0,85 prosent.
Nýggja urgan í Hoyvíkar kirkju, sum var upphavið til, at kirkjuliðið í Hoyvík hevur goldið ov nógv í kirkjuskatti
Feilur at urgu-skatturin bleiv kravdur inn
Nýggja urgan í Hoyvíkar Kirkju varð vígd, sunnudagin 1. mai 2022.
Men av einhvørjari orsøk varð staðbundni kirkjuskatturin eisini kravdur inn frá kirkjuliðnum í 2023.
Sambært Una Danielsen, kassameistara í kirkjuráðnum í Hoyvík, er staðbundni kirkjuskatturin, sum bleiv kravdur inn fyri at gjalda nýggju urguna, umleið 1,8 milliónir krónur um árið.
"Pengarnir hava ligið trygt, og eru nú tiknir úr aftur peningarenslinum hjá stiftsstjórnini, soleiðis at Taks kann flyta fólki teir aftur."
Dánial Christoffersen, fíggjarleiðari í Fólkakirkjuni
Taks innkrevur kirkjuskattin
Taks krevur inn kirkjuskattin eftir umbøn frá Fólkakirkjuni.
Føroya Stiftsstjórn umsitur kirkjuskattin og býtir hann út til kirkjuráðini um landið.
Tað sama er galdandi fyri staðbundna kirkjuskattin.
Dánial Christoffersen, fíggjarleiðari hjá Fólkakirkjuni, upplýsir fyri Kringvarpinum, at Fólkakirkjan hevur ikki biðið um at fáa "staðbundnan kirkjuskatt" til Hoyvíkar Kirkju fyri 2023.
Tað er tí ein feilur, onkustaðni í skipanini, at skatturin er kravdur inn.
Kirkjuliðið í Hoyvík fær eina jólagávu frá Taks
Pengarnir hava ligið trygt
Fíggjarleiðarin hjá Fólkakirkjuni upplýsir, at ov nógv goldni kirkjuskatturin fyri 2023 er komin inn í peningarenslið hjá Stiftsstjórnini, gjøgnum Búskaparskipan Landsins, men pengarnir eru ongantíð brúktir.
Teir eru heldur ikki fluttir kirkjuráðnum í Hoyvík.
"Pengarnir hava ligið trygt, og eru nú tiknir úr aftur peningarenslinum hjá stiftsstjórnini, soleiðis at Taks kann flyta fólki teir aftur," sigur Dánial Christoffersen, fíggjarleiðari.
Nýggja skattauppgerð
Taks upplýsir á heimasíðuni, at tey, sum hava goldið ov nógvan kirkjuskatt fyri 2023, hava fingið eina nýggja skattauppgerð talgilt í Mínboks.
Hava tey ikki Mínboks, er skattauppgerðin komin við postinum.
Tilsamans er talan um umleið 1,8 millión krónur, sum tey umleið 2600 fólkini í kirkjuliðnum í Hoyvík hava rindað ov nógv staðbundnum kirkjuskatti fyri 2023.
Tað merkir sum nevnt, at tey í meðal hava rindað smáar 700 krónur krónur ov nógv - og pengarnar fáa tey aftur, uttan at gera nakað - teir eru á konto tollaksmessudag, sigur Taks.