- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Grein 25-nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin.
Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt.
Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men semjan má vera stór, tí eingin fólkaatkvøða verður við bara teprum meirluta í tinginum, sigur formaðurin.
Hann er samdur við løgmanni um, at stjórnarskipanin er ein týðandi varði, sum verður stórt frambrot fyri borgarar og land.
Luttakarar: Heðin Mortensen, Kári P. Højgaard, Annita á Fríðriksmørk, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Hanna Jensen, Sonja Jógvansdóttir og Bill Justinussen
Lagt til rættis Brynhild Thomsen

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




