Noreg hevur eisini avmarkingar í síni fiskivinnu

14.02.2018 - 12:55
InnlendisVinna
Noreg hevur eisini avmarkingar í síni fiskivinnu
Norsk seráhugamál, sum gera vart við seg, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um felagið Sjømat, sum finst at nýggju føroysku fiskivinnulógina
Høgni Hoydal vísir aftur norskum skuldsetingum.

Føroyar hava fullan rætt til at fáa sum mest burtur úr sínari fiskivinnu, sigur Høgni Hoydal.

Norska felagið Sjømat er í øðini um, at føroysk skip ikki longur sleppa at landa uttanlands, sum felagið sigur er eitt stig tann skeiva vegin í altjóða kappingini um rávøruna. 

Felagið, sum umboðar eini 550 virki í norska fiskiídnaðinum, sigur, at Noreg og Føroyar eiga sum skjótast at fáa í lag eina avtalu um frían handil við ráfiski.

Eydnast tað ikki, eigur Noreg at seta móttiltøk í verk, til dømis at seta landingarbann fyri norskan fisk í Føroyum, og at seta fiskiveiðiavtaluna millum Noreg og Føroyar úr gildi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613