Rigmor finst at Kringvarpinum

28.02.2018 - 16:27
InnlendisPolitikkur
Rigmor finst at Kringvarpinum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fer sjálv at leggja uppskot fram, sum broytir verðandi kringvarpslóg, upplýsti hon í tinginum

- Meiningarkanningin um átrúnað, sum vísti stóran mun millum miðstaðarøkið øðrumegin og Eysturoy og Norðoyggjar hinumegin, hevði helst víst tað sama, um fólk vórðu spurd um Kringvarpið.

M.a. hetta segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna undir orðaskiftinum í tinginum í dag um Kringvarpið.

Landsstýriskvinnan vísti á Sosialin sum fyridømi ta tíðina, hon sjálv arbeiddi har. Blaðið hevði tá fleiri lokalar redaktiónir runt um landið, sum framleiddu tilfar. 

Slík lokal framleiðsla er gjørlig við nútímans tøkni, segði Rigmor Dam, men hetta sæst kanska ikki nóg væl aftur í kringvarpsskránni.

Landsstýriskvinnan nam eisini við tað mangan sera atfinningarsama orðaskiftið, sum er í almenna rúminum um Kringvarpið - og hon bað Kringvarpið og kringvarpsstýrið spíla oyruni út og ansa sær.

Orðaskiftið í løgtinginum var í sambandi við uppskot frá Jógvani á Lakjuni, tingmanni úr Fólkaflokkinum, um at fáa tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir at virka í Kringvarpinum.

Hoyr eitt brot úr aðalorðaskiftinum omanfyri, har Rigmor Dam hartar Kringvarpið
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613