Ógreitt hvør skal røkja Mykinesleiðina

05.03.2018 - 16:25
Innlendis›Vinna
Ógreitt hvør skal røkja Mykinesleiðina
Sørvágs kommuna vil hava Strandferðsluna sum skjótast at finna eina loysn til Mykinesleiðina

Tað er framvegis ógreitt, hvør skal røkja leiðina til Mykinesar í summar. 

Stjórin á Strandferðsluni lovar, at ein loysn verður klár seinast í hesari vikuni.

Darvar ferðafólk og ferðavinnu

Freistin at bjóða upp á at røkja leiðina var 1. februar. Einasta boðið, sum kom inn, var nógv hægri enn tað, sum Strandferðslan hevði ásett.

Tí er ongin sáttmáli undirskrivaður enn, tí Strandferðslan hevur ikki gjørt av, hvør skal røkja leiðina.

Men nú ótolnast Sørvágs kommuna eftir eini loysn. Óvissan um leiðina er óheppin bæði hjá ferðafólki og hjá teimum, sum arbeiða við ferðavinnu í Mykinesi, sigur borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen.

Verður avgjørt í vikuni

Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen lovar, at mykinesfólk í hesari vikuni fáa at vita, hvussu farleiðin skal røkjast í summar. Og tað verður við báti, lovar hann.

Strandferðslustjórin vil ikki siga, hvør bátur ella reiðarí fara at sigla.

Tað er ikki hvør sum helst bátur, sum kann røkja Mykinesleiðina, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.

Hon dylur ikki fyri, at tey fegin vilja hava Jósup - ella í øllum førum ein bát sum er eins væl egnaður sum Jósup - at røkja leiðina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037