Ein túr við kavaplógvini

08.03.2018 - 12:39
Innlendis›Samfelag
Ein túr við kavaplógvini
Vit vóru nú fyrrapartin við kavaplónni, ið grevur millum Vestmanna og Kollafjørð
Sonnhard Dalfoss koyrir kavaplógvina millum Vestmanna og Kollafjarð.

Fólk hjá Landsverki hava grivið vegirnar síðan tíðliga í morgun. 

Tað var Óluva Zachariasen, sum var og gróv kava saman við Sonnhard Dalfoss frá Landsverki.

Hoyr samrøðu við Sonnhard i brotinum omanfyri. 

Síggj eitt lítið filmsbrot av túrinum her. 

Enn hált um alt landið

Landsverk sigur um koyrilíkindini nú, at tað enn er hált um alt landið.

Tað er ikki koyrandi til Gjáar og Syðradals, men nú er koyrandi úr Havn til Kirkjubøar og Gomlurætt.

Eisini er koyrandi til Velbastaðar eftir gamla vegnum. Tað fykur illa um Velbastaðháls.

Á Oyggjarvegnum er koyrandi til Norðadals úr Kollafirði. Tað er nógv jarðrok í ælunum.

Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820