Tunnil til Suðuroynna ómetaliga týdningarmikil

10.03.2018 - 13:21
InnlendisPolitikkur
Tunnil til Suðuroynna ómetaliga týdningarmikil
- Tað hevur avleiðingar fyri vinnuna og mentanina, at Suðuroyggin er so avskorin frá restina av landinum, sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur
Gongdin í Suðuroynni má vendast, sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur
Mynd: savn  

Skal Suðuroynni vera lív lagað, er ein tunnil til miðstaðarøkið av avgerandi týdningi. Oyggin er ov lítil til at nøkta tørvin á størvum og mentanartilboðum. Tað sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur, sum starvast á Hagstovuni.

Í fjør blivu bara 40 børn fødd í Suðuroynni. Hetta er tað lægsta í fleiri áratíggju - síðan miðskeiðis í 1970-unum. Talið á kvinnum í aldrinum 25 til 35 ár í Suðuroynni er lutfalsliga lægri enn aðrastaðni í landinum.

Kommunurnar í Suðuroynni arbeiða í løtuni við uppskotum til átøk, sum kunnu venda gongdini við minkandi fólkatalinum í oynni. Uppskotini skulu leggjast fyri landsstýrið á fundi í apríl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489