Fólk stúra fyri fuglalívinum í Klivaløkshaga

Fólk stúra fyri fuglalívinum í Klivaløkshaga
Yvirfriðingarnevndin hevur skoðað ætlanina um vindmyllurnar, sum skulu byggjast vestan fyri Sands bygd
Ætlanin er at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd.
 
03.06.2025 - 08:08

Milljum 30 og 40 fólk vóru á fundinum hjá Yvirfriðingarnevndini á Sandi.

Endamálið við fundinum var at skoða ætlanina um sjey vindmyllur, sum skulu byggjast vestan fyri Sands bygd.

Eisini er ætlanin at gera veg úr landsvegnum millum Sand og Skopun í Klivaløkshaga.

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu gav fyrst í oktober í fjør loyvi til vindmyllurnar og vegin.

Umhvørvisstovan gav í februar felagi, sum Jóhan í Niðristovu og onnur ætla at stovna, loyvi at byggja myllurnar vestan fyri Sands bygd. Tað er, at felagið fær loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

 

Onnur loyvi skulu eisini útvegast

Fýra umsóknir komu.

Loyvini, sum higartil eru givin, eru treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vegar.

Teirra millum eru loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal gerast við jarðareigararnar í økinum.

Peter Flügge, skrivari hjá Yvirfriðingarnevndini, veit ikki at siga, nær nevndin ger niðurstøðu um vindmyllurnar á Sandi.

Hann sigur, at fundurin á Sandi vísti, at fólk eru serliga stúrin um fuglalívið í Klivaløkshaga, har ætlanin er at byggja myllurnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329