Føroyingur við í stórum granskingartoymi í heilsu

18.03.2018 - 17:45
InnlendisHeilsa
Føroyingur við í stórum granskingartoymi í heilsu
Bogi Eliasen er millum teir 50 granskararnar, sum skulu finna útav, hvussu heilsuverkini í vesturheiminum kunnu blíva betri og bíligari

Bogi Eliasen er blivin partur av einum granskingartoymi, sum skal gera heilsuverkini í vesturheiminum bíligari og betri.

Tað er ein stór avbjóðing fyri flestu londini í vesturheiminum, at heilsuverkini blíva alsamt dýrari.

Tí hevur alheimsfelagsskapurin fyri kunningar- og samskiftistøkni í heilsu, HIMMS, sett ein bólk av granskarum at finna útav, hvussu heilsuverkini í vesturheiminum kunnu blíva betri og bíligari.

Í granskingartoyminum, sum verður nevnt Future50, eru 50 fólk í Europa, sum verða mett at hava størstan týdning fyri kunningar- og samskiftistøkni í heilsu. Og millum tey 50 fólkini er Bogi Eliasen, sum er framtíðargranskari og arbeiðir á Center for Fremtidsforskning í Keypmannahavn.

Bogi Eliasen bleiv tilnevndur av starvsfeløgunum í Danmark til at blíva partur av toyminum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590