Kultura

Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
17-09-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Stjórin á Tjóðpalli Føroya, Harald Thompson Rosenstrøm, legði skránna fyri nýggja leikárið 2026/27 fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Tórsgøtu. Eisini varð greitt frá øðrum spennandi ætlanum og virksemi bæði á og handan pallin.

Lea Eyðbjørg er komin til Føroya at spæla sín egna tónleik á palli fyri fyrstu ferð. Konsertin verður í Løkshøll fríggjakvøldið sum upphiting fyri Marius Ziska.

26 ára gamla Føroysk-danska songkvinnan hevur upp á stutta tíð fingið fótafesti á danska tónleikapallinum. Tveir sangir hjá henni hava verið "Ugens uundgåelige" á P3 útvarpsrásini hjá DR seinasta árið.

Í fjør spældi Lea Eyðbjørg á væl vitjaða Roskilde festivalinum, og í ár varð lang kø til konsertina við henni á Spot festivalinum í Aarhus.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Vertur: Eyðfinn Jensen

Samband: eydfinn@kvf.fo