Stórur áhugi fyri valluttøku

18.03.2018 - 15:45
Útheimurin
Stórur áhugi fyri valluttøku
- Tað er púra greitt, at Putin verður afturvaldur, tí er stórur spenningur um valluttøkuna, sigur Bjørn Kunoy, sendimaður í Russlandi

Val er í Russlandi í dag. Sitandi forsetin, Vladimir Putin, verður eftir øllum at døma valdur forseti fyri fjórðu ferð.

Valhølini í stóra landinum lata upp ymiskar tíðir á degnum. Eystast í landinum lótu fyrstu valhølini upp í gjárkvøldið, klokkan átta okkara tíð, og um sekstíðina í kvøld okkara tíð lata seinastu valhølini aftur.

Av tí at tað longu er greitt, at Vladimir Putin heldur fram sum forseti, er úrslitið av valinum ikki nakað, sum hevur áhuga millum fólk.

- Tað er stórur spenningur um sjálva valluttøkuna, sigur Bjørn Kunoy, sum er føroyskur sendimaður í Moskva, og heldur fram:

- Ein høg valluttøka tryggjar Putin eitt gott umdømi og eftirmæli, meðan ein lág valluttøka kann tulkast beint øvugt, sigur Bjørn Kunoy.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659