Henrik Old raðfestir Fámjinstunnilin fremst

23.03.2018 - 08:56
Innlendis›Politikkur
Henrik Old raðfestir Fámjinstunnilin fremst
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur tað vera rættast at byrja arbeiðið við Fámjinstunlinum fyrst.

Tá fíggjarlógin fyri 2018 varð samtykt fyri jól, segði meirilutin í fíggjarnevndini, at tunnilstoymið skuldi raðfesta Dalstunnilin fyrst og síðani Tjørnuvíkartunnilin.

Men tann orðingin heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, ikki vera bindandi.

Henrik Old bað um 7 milliónir krónur til tunnilstoymið. Hann heldur, at tað er rættast at byrja við Fámjinstunlinum, og so má tunnilin í Dali bíða. 

Tunnilin til Fámjins skal eftir ætlan verða liðugur longu næsta ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723