- Afturlatin uppboðssøla er besti mátin

27.03.2018 - 15:16
InnlendisPolitikkur
- Afturlatin uppboðssøla er besti mátin
Høgni Hoydal heldur, at ein afturlatin uppboðssøla er besti mátin at tryggja rættvísa kapping og rætta prísin fyri tilfeingi

Kunngerðin um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum hevur verið til ummælis, og freistin var úti hálvan mars. 

Høgni Hoydal er sannførdur um, at ein afturlatin uppboðssøla er besti mátin at tryggja rættvísa kapping og rætta prísin fyri tilfeingi.

Lægsta boðið ásetir prísin

Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Men á afturlatnari uppboðssølu er tað lægsta, vinnandi boðið, sum ásetir prísin, sum allir keyparar skulu gjalda.

Og tað eru aðrar meiningingar um leistin fyri uppboðssøluna.

Ikki á einum máli

Fiskivinnuráðið - sum umboðar fiskivinnuna á sjógvi og landi -  ynskir heldur eina opna uppboðssølu enn eina afturlatna uppboðssølu, soleiðis sum landsstýrismaðurin ætlar.

LES EISINI: Vilja hava grundgeving

Uppboðssølukunngerðin, sum framvegis ikki er lýst, elvir eisini til politiskar atfinningar.

Seinast hava fimm løgtingsmenn úr andstøðuflokkunum sett landsstýrismanninum skrivligar spurningar um, hvussu hann ætlar at skipa uppboðssøluna. Og í løgtinginum liggur eisini eitt lógaruppskot frá andstøðuni um at strika uppboðssølupartin burturúr samtyktu lógini um fyrisiting av sjófeingi.

Sum tann einasti andstøðulimur atkvøddi Bill Justinussen úr Miðflokkinum í desember fyri fiskivinnunýskipanini. Nú uppboðssølu-kunngerðin er orðað, harmast hann almikið um at kunna staðfesta, at ætlanin er at selja øll rættindini á afturlatnari uppboðssølu. 

LES EISINI: Tingmenn spyrja Høgna Hoydal um uppboðssøluna

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647