Fíggjarmálaráðið kannar málið

28.03.2018 - 11:16
Innlendis›Pengar
Fíggjarmálaráðið kannar málið
Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna, um ein lógarbroyting kann gerast, so Betri fær goldið øllum, sum hava trygging, part av yvirskotinum

Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna, um ein lógarbroyting kann gerast, so Betri fær goldið øllum, sum hava trygging í Betri trygging, part av yvirskotinum hjá samtakinum á sama hátt sum onnur gjalda partaeigarunum vinningsbýti.

Formaðurin í nevndini hjá Betri samtakinum, Birgir Nielsen, segði við Útvarpið leygarkvøldið, at Betri fær ikki goldið teimum yvir 20.000 viðskiftafólkunum á vanligan hátt.

Tey noyðast at gjalda B-skatt og ikki kapitalvinningsskatt av pengunum. Tí verða tær 40 milliónirnar ikki goldnar, sum er, segði Birgir Nielsen.

Úr Fíggjarmálaráðnum frættist, at har vita tey um hendan trupulleikan hjá Betri. Málið verður kannað í næstum. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334