Uppgávan má liggja hjá Landsverki

28.03.2018 - 12:26
InnlendisSamfelag
Uppgávan má liggja hjá Landsverki
Landsverk sigur í hoyringarsvari til lógaruppskotið, at útbygging av landsvegakervinum má liggja hjá Landsverki og ikki hjá almennum partafeløgum

Uppgávan at útbyggja lands-vegakervið má liggja hjá Landsverki, og ikki hjá almennum partafeløgum. Tað sigur Landsverk í sínum hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum heimilar partafelagnum Norðoyatunnilin at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjall.

Rópa varskó

Hvør skal standa fyri at byggja út lands-vegakervið? Ein principiellur spurningur sambært Landsverki, sum rópar varskó, nú lógaruppskot liggur í løgtinginum um at geva almenna partafelagnum Norðoyatunlinum heimild at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjall.

Sambært lógaruppskotinum, sum níggju løgtingslimir úr trimum andstøðuflokkum hava lagt fram, verður ábyrgdin at gera tunlarnar Norður um Fjall flutt til almenna partafelagið Norðoyatunnilin. 

Ymisk áhugamál

Men Landsverk ávarar staðiliga ímóti hesi ætlan. Eitt partafelag skal fyrst og fremst hugsa um egin áhugamál - ikki neyðturviliga, hvat er best fyri samfelagið, sigur Ewald Kjølbro.

Áhugamálini hjá Landsverki og einum partafelag eru ymisk, og tí er spurningurin principiellur.

 

Í lógaruppskotinum um tunlar norður um fjall stendur, at Landsverk skal góðkenna fyrireikingarnar og forprojekteringsarbeiði. Men tað er í sær sjálvum eingin trygd, sambært Ewaldi Kjølbro.

Skjótari við partafelagi á odda

 

Partafelagið Norðoyatunnilin hevur fíggjarligu styrkina til at gera tunlarnar, sum eru mettir at kosta 360 milliónir krónur, beinanvegin. Og tí kann tunnilsætlanin framskundast trý til fýra ár, siga tey, sum eiga lógaruppskotið.

Sambært lógaruppskotinum fær partafelagið Norðoyatunnilin rætt til at fyrireika og forprojektera veg og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir - tilsamans nevnt norður um fjall.

Púra burturvið, tí hetta arbeiðið var liðugt fyri sjey árum síðani, sambært Ewaldi Kjølbro.

Tá valdi politiska skipanin, at Viðareiðistunnilin skuldi gerast fyrst. Fyrr í marts mánað legði landsstýrismaðurin í samferðslumálum lógaruppskot fyri tingið um at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri 272 milliónir krónur. Og tá hann verður liðugur, seint í 2012 ella tíðliga í 2022, er politiska ætlanin at fara undir tunlarnar norður um fjall.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365