Endurnýggja asfalt- og skervverk fyri 34,5 mió. kr.

Endurnýggja asfalt- og skervverk fyri 34,5 mió. kr.
Skervverkini í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri skulu niðurleggjast, eisini asfaltverkið í Hundsarabotni
Landsverk yvirtók asfaltverkið á Sundi endaliga í 2018.  
 
10.03.2022 - 08:22

Asfaltverkið og skervverkið hjá Landsverki á Sundi skulu endurnýggjast fyri 34,5 mió. kr.

Lógaruppskot um tað er komið í løgtingið.

10 milliónir vóru brúktar í fjør, 18 milliónir skulu brúkast í ár og 6,5 milliónir næsta ár. 

Skervverkini í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri skulu niðurleggjast, eisini asfaltverkið í Hundsarabotni.

Í staðin fyri tey trý skervverkini ætlar Landsverk at útvega eitt nýtt flytført skervverk.

At tey fýra verkini verða niðurløgd hevur ongar uppsagnir við sær, stendur í lógaruppskotinum. 

 

Avlop

Samstundis sum íløgan er so stór, verður rakstrarjáttanin til Landsverk lækkað, tí avlop er í inntøkufíggjaðum virksemi.

Verkini hava kostað seks til átta mió. kr. í viðlíkahaldi um árið.

Men eftir endurnýggjanina verða útreiðslurnar mettar at verða minni enn tríggjar mió. kr. árliga, stendur í lógaruppskotinum. 

Landsstýrið hevur biðið um sjey mió. kr. í eyjajáttan í ár til asfaltverkið og skervverkið.

 

Yvirtikið í 2018

Landsverk yvirtók asfaltverkið á Sundi endaliga í 2018.  

10 milliónir vóru brúktar í 2018, 2019 og 2020 til asfaltverkið og seks milliónir til flytføra skervverkið.

Tilsamans kosta bæði verkini tí 50,5 mió kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204