Uppboðssølan av veiðirættindum steðgar menningini

bannari
01.04.2018 - 14:54
Innlendis
Uppboðssølan av veiðirættindum steðgar menningini
Føroyska fiskivinnan dragnar og verður afturúrsigld í mun til fiskivinnuna í okkara grannalondum, sigur Páll Gregersen

Páll Gregersen ávarar enn einaferð politisku skipanina ímóti at selja veiðirættindi á uppboði.

- Eingin nýggjur aktørur kemur inn í fiskivinnuna gjøgnum uppboðssøluna, og ongar íløgur verða gjørdar í nýggj skip við mest framkomnu tøknini, óttast stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu:

Páll Gregersen vísur á, at síðstu árini hevur eingin gjørt íløgur í nýggj skip. Tey skip, sum føroyingar hava keypt, eru skip, sum fiskivinnan í grannalondunum hevur skift út við nýggjari og meira framkomin skip:

Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skal rætturin at veiða part av føroyska fiskiríkidøminum bjóðast út á uppboðssølu. Tá avtornaði varð uppboðssøluparturin nógv minni enn politisku ambitiónirnar og upprunaligu ætlanirnar.

Í eygunum á stjóranum á Fiskavirkinum í Gøtu er frægara loysnin at skriva út nøkur fleiri loyvi, um politiska skipanin ynskir nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna.

Fyri at sleppa undan spekulatión við fiskiloyvum ber, sambært Páll Gregersen, til at áseta ein brúksrætt og áleggja eitt høgt kilogjald til landskassan fyri kvoturnar, um reiðarí velja at selja tær víðari til onnur.

Í ár verða rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum bjóðað út á uppboðssølu.

Uppboðssølukunngerðin, sum hevur verið til hoyringar og væntandi verður lýst beint eftir páskir, leggur upp til, at alt skal seljast á afturlatnari uppboðssølu.

Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Men á afturlatnari uppboðssølu er tað lægsta, vinnandi boðið, sum ásetir prísin, sum allir keyparar skulu gjalda:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776