Russiski marknaðurin avgerandi fyri Pelagos

05.04.2018 - 12:50
Innlendis›Vinna
Russiski marknaðurin avgerandi fyri Pelagos
Atgongdin á russiska marknaðin er avgerandi fyri uppsjóvarvirkið, Pelagos, í Fuglafirði.

Russiski marknaðurin hevur serligan týdning fyri Pelagos í Fuglafirði. Útivið 70% av tí, sum Pelagos útflytur, fer til Russlands.

Og tað er tað, sum stjórin Jóhan Páll Joensen fremst av øllum fyriheldur seg til í hesum døgum. 

Útflyta mest til Russland

Meðan Vladimir Putin er í stríði við vesturheimin, og grannalondini seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, verður spurt, hvussu Føroyar sum partur av vesturheiminum eigur at fyrihalda seg til spentu støðuna. Russland er nú tað landið, sum Føroyar útflyta mest til.

Men Jóhan Páll Joensen sigur, at Pelagos kann ikki skifta marknaðir, alt eftir, hvør støðan er í heiminum.

Pelagos vil við tíðini vera minni heft av russiska marknaðinum, men tað er ikki heimsstøðan, sum er orsøkin til tað.

Hoyr innslagið omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213