Føroyski vongurin í heimsklassa

09.04.2018 - 12:43
ÍtrótturHondbóltur
Føroyski vongurin í heimsklassa
Um vikuskiftið var danska landsliðið við í kappingini Golden League í Noregi, og har fekk føroyski Jóhan á Plógv høvið at vísa, hvat hann dugir
Mynd: Danmarks Håndbold Forbund  
Jóhan á Plógv spælir við besta liðnum hjá Bjerringbro-Silkeborg, sum liggur nummar tvey í fremstu deildini í donskum manshondbólti.

Tað hevur gingið væl hjá føroyinginum á danska hondsbóltslandsliðnum. 

Um vikuskiftið var danska landsliðið við í kappingini Golden League í Noregi. Danmark vann tveir av trimum dystum, og har fekk Jóhan á Plógv høvið at vísa, hvat hann dugir.

Skeyt flest mál   

Danmark tapti fyri Fraklandi. Dysturin endaði 35 - 29 til fraklendingar, og skeyt Jóhan á Plógv tvey mál.

Danmark vann á Íslandi. Dysturin endaði 31 - 28, og Jóhan á Plógv skeyt í hesum dystinum eisini 2 mál.

Og triðja og seinasta dystin vann Danmark á Noregi- dysturin endaði 33 - 23, og í hesum dystinum var Jóhan á Plógv toppskorari við 5 málum. 

- Tað var deiligt at sleppa at vísa seg fram, tað er jú ein hørð kapping um plássini, so tað er endiliga deiligt at vísa, hvør man er, sigur ein vælnøgdur Jóhan á Plógv um luttøkuna í Golden Leauge kappingini.

Jóhan spælir á høgra vongi, har hann loysir teir báðar Hans Lindberg og Lasse Svan av.

Hørð kapping um plássini

Upprunaliga varð plássið ætlað Tim Sørensen, sum tó mátti geva avboð vegna trupulleikum við hælsinuni, og so sendi Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, boð eftir føroyinginum, sum gjørdist toppskjútti í seinasta dystinum. 

- Tað er øgiliga ringt at kappast við teir, sum eru fastir á høgra vongi á danska landsliðnum. Hans Lindberg og Lasse Svan skiftast um plássið og spæla í Bundesligaini, sum er verðins besta liga. Teir eru ringir at kappast við, men vónandi steðga teir fyrr ella seinni, og tá skal onkur taka yvir. Vónandi verður tað eg, sigur Jóhan á Plógv, sum hevur slitið barnaskógvar sínar í hondbóltsfelagnum í Havn, Kyndil. 

Hann spælir nú við besta liðnum hjá Bjerringbro-Silkeborg, sum liggur nummar tvey í fremstu deildini í donskum manshondbólti.

Hoyr samrøðu við Jóhan á Plógv í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634