Elias og Kiel rukku ikki - Jóhan og Flensburg aftur í finaluni

Elias og Kiel rukku ikki - Jóhan og Flensburg aftur í finaluni
Elias Ellefsen á SKipagøtu og teir taptu European League-hálvfinaluna á Montpellier í síðstu løtu, meðan Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg vunnu á Melsungen eftir umdyst
 
24.05.2025 - 19:20

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt trý mál og átti næstseinastu hond á seks, tá THW Kiel tapti við einum máli á Montpellier í European League-hálvfinaluni í dag.

Fraklendingarnir skoraðu til 32-31 í síðstu løtu, og týska stórfelagið tapti tískil eina evropeiska hálvfinalu annað árið á rað. 

Kiel fekk katastrofubyrjan og var aftanfyri við fimm mestsum beinanvegin, men við hjálp frá millum annað føroyska spælskiparanum kom gongd á álopsspælið hjá týskarunum, sum var á odda við einum í steðginum.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, men síðstu løtuna yvirhálaði Montpellier, og so kundi Ahmed Hesham avgera trý sekund fyri leiklok. Elias á Ellefsen á Skipagøtu og Kiel skulu spæla um bronsuna í morgin.

 

Jóhan kann vinna aftur í ár

Hin føroyingurin í hálvfinalunum kundi hinvegin fegnast um finalupláss í næststerkastu evropeisku kappingini. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt kunnu vinna European League annað árið á rað eftir sigur á Melsungen eftir umdyst.

Havnarmaðurin á høgra veingi skeyt eitt mál upp á tríggjar royndir í dramatiska dystinum, sum endaði 34-35 eftir at vanliga leiktíðin endaði við 28-28 javnleiki. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609