Vinnunevnd biðið um samráð við Poul Michelsen

10.04.2018 - 08:57
InnlendisVinna
Vinnunevnd biðið um samráð við Poul Michelsen
Vinnunevndin vil m.a. hava at vita, um hotellbygging samsvarar við viðtøkurnar hjá tjóðarflogfelagnum, og um ferðaseðlaprísirnar verða ávirkaðir

Tað er ein prinsipiellur spurningur, at tjóðarflogfelagið ætlar at byggja hotell, og tí hava vit boðsent landsstýrismanninum, sum varðar av Alantsflogi, í samráð um málið.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, sum vil hava Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, at svara átta spurningum um hotell-ætlanina hjá Atlantsflogi.

- Tað er jú fólkið og landið, sum eiga Atlantsflog, og vit halda tað er rætt, at um vit sum vinnunevnd hava nakar spurningar, so taka vit teir upp við landsstýrismannin, sigur Bjørt Samuelsen millum annað um at Atlantsflog fer at byggja gistingarhús í Havn.

Vinnunevndin vil m.a. hava at vita, um hotellbygging samsvarar við viðtøkurnar hjá felagnum, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri ferðaseðlaprísirnar, um íløgan gevur hall.

- Vit hava nakrar spurningar um hetta - hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri ferðaseðlaprísir? Vit halda og vænta framvegis at Atlantsflog ætlar at hava høvuðsfokus á at tryggja góðar og bíligar ferðaseðlar, sigur forkvinnan í Vinnunevndini. 

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904