Føroyar eitt eindømi

13.04.2018 - 12:52
LívsstílurÁtrúnaður
Føroyar eitt eindømi
Menningarlæran er ikki breitt góðtikin sum frágreiðing uppá lívsins uppruna, eins og hon er í øllum grannalondunum.

52 % av føroyingum vísa ikki til menningarlæruna, tá tey verða spurd um lívsins uppruna, men til Gud. Í Týsklandi og Bretlandi er hetta talið 12 % og í Svøríki 10 %

Tað kom fram í fimta parti av sendingini Gud Signi Føroyar, sum varð send í gjár.

Menningarlæran hjá Charles Darwin sigur, at alt lív hevur ment seg í milliardir ár, og at menniskja og onnur djór hava felags forfedrar. Hetta vilja kreationistar ikki góðtaka.Millum evropisk lond eru Føroyar sostatt eindømi. 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur í sendingini, at lærarar í fólkaskúlanum hava skyldu til at undirvísa í menningarlæruni.

Petur Reinert, lærari í átrúnaði, og Bergur Samuelsen, lærari í lívfrøði, skifta orð um tað, sum kom fram í sendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086