Ikki forbrotið seg ímóti lóggávuni

26.04.2018 - 13:28
Innlendis
Ikki forbrotið seg ímóti lóggávuni
Landsstýrismaðurin hevur ikki forbrotið seg ímóti lóggávuni, men siðvenjan við flyting av veiðiloyvum, hevur ikki verið í tráð við lóggávuna.

Landsstýrismaðurin hevur ikki forbrotið seg ímóti lóggávuni, men siðvenjan við flyting av veiðiloyvum, hevur ikki verið í tráð við fyrrverandi fiskivinnulóggávuna.

Tað vísti Kristina Samuelsen, kanningarstjóri millum annað aftur á, tá Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við hana aftaná framløguna av kanningini í dag.

Kanningarstjórin skuldi kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið, um hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt.

Lurtið eftir allari samrøðuni við Kristinu Samuelsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037