Fáa undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands

27.04.2018 - 16:40
InnlendisVinna
Fáa undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands
Frá í dag til og við 14. juni kunnu føroysk skip landa so nógvan svartkjaft uttanlands, sum teimum lystir

Nýggj kunngerð um treytir fyri at landa í Føroyum er lýst og komin í gildi.
Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt "svartkjaft" av listanum í gomlu kunngerðini frá 23.mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, ið skulu landast um føroyskan bryggjukant.
Punkt nummar 19, tað er svartkjaftur, er sambært nýggju kunngerðini strikað av listanum, frá í dag at rokna til og við 14. juni.
Flestu uppsjóvarskipini royna eftir svartkjafti sunnafyri Føroyar. Trongligt hevur verið hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum higartil hevur verið einasta staðið at landa svartkjaftin. Tó hevur okkurt einstakt skip landað svartkjaft til Faroe Pelagic í Kollafirði.

 
Er kopiera

Sí eisini

05.12.13
20029
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483