Læknaverkfallið: Tilbúgvingin er ikki klár

01.05.2018 - 20:01
InnlendisHeilsa
Læknaverkfallið: Tilbúgvingin er ikki klár
Heilsutrygd hevur onga tilbúgving klára, nú kommunulæknarnir hava lýst verkfall frá hósmorgni. Avtala um undantøk manglar

- Vit vóna at fáa undantøk frá Kommunulæknafelagnum, soleiðis at tilbúvingarætlanin, sum vit hava lagt, kann virka.

Tað sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sum varðar av kommunulæknaskipanini í Føroyum.

Heilsutrygd hevur í dag biðið Kommunulæknafelagið um, at nakrir læknar verða undantiknir verkfallinum, men enn er svar ikki komið.

Tað vil siga, at hóast vandin fyri verkfallið í rúma tíð hevur verið ein møguleiki, so er eingin almenn tilbúgving.

Vit hava spurt Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, hvat borgarar skulu gera, sum verða sjúkir ella hava tørv á heilivági eftir klokkan 8 hósmorgunin, tá kommunulæknaviðtalurnar lata aftur.

Lurta eftir samrøðuni omanfyri

Hoyr eisini hvat Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum sigur her

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040