Útoyggjafelagið stuðlar mótmælisgonguni

08.05.2018 - 13:25
InnlendisSamfelag
Útoyggjafelagið stuðlar mótmælisgonguni
Felagið hevur í nógv ár víst á, at ferðasambandið til smáu oyggjarnar má betrast og eitt gott avloysaraskip finnast

Útoyggjafelagið stuðlar mótmælisgonguni fríggjadagin. Felagið hevur í nógv ár víst á, at ferðasambandið til smáu útoyggjarnar má betrast og eitt gott avloysaraskip finnast, tí verandi støðan hevur við sær fráflyting.

Og trupulleikin er bara vorðin størri seinastu fáu árini, tí ferðafólkastreymurin er vaksin  - millum annað er støðan ring í Kalsoynni. 

Olga Biskupstø er forkvinna í útoyggjafelagnum, og hon heldur, at eitt svikaligt ella vánaligt ferðasamband hevur týdning fyri at fólk velja at búgva á útoyggj. 

- Avloysaraskip skuldi fyri nógvum árum síðani verið komið. Vit hava tosað um tað í óendaliga tíðir, men tað hendir bara einki, sigur hon og leggur afturat, at mótmælisgongan er bæði neyðug og kærkomin. 

Útoyggjafelagið ynskir, at ferðasambandið til bygdirnar skal vera so mikið gott, at tað stuðlar upp undir eina búseting. Tað er natúrligt, at fólkatalið minkar, tá ferðatalið er vánaligt, sigur Olga Biskopstø millum annað. 

Hoyr samrøðuna við Olgu Biskopstø omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360