Maskinmeistarar krevja munandi hægri løn

10.05.2018 - 14:27
InnlendisPengar
Maskinmeistarar krevja munandi hægri løn
Ósemjan millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, har semingsstovnurin eisini er komin uppí, snýr segum lønina, sigur Maskinmeistarafelagið

Stóra ósemjan í samráðingunum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið er lønin, tað sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Maskinmeistararnar samráðast um fýra sáttmálar hjá alment settum maskinmeistarum - sáttmálan hjá Strandfaraskipum landsins, sáttmálan hjá alment settum á landið, sum millum annað fevnir um sjúkrahúsini og Arbeiðseftirlitið, sáttmálan við Vørn og sáttmálan hjá Magnus Heinason. 

Og partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, tí felagið krevur at lønin skal líkjast meira lønini hjá alment settum maskinmeistarum í Danmark, og har eru í miðal áleið 10.000 krónur á muni, sigur felagið.

Lønin hjá maskinmeistarum við Strandferðsluni er ymiskt eftir starvstign, og hvussu stórt skipið er. Eitt nú er endalønin hjá 1. meistarum í skipabólki tvey smáar 35.000 og eftirlønin um 5000 krónur. Tískil er sera ymiskt, hvussu høg lønin hjá maskinmeistarunum er.
Semingsstovnurin er boðsendur, men eingin fundur ásettur enn, og Semingsstovnurin ætlar, at tosa við meistararnar í morgin. 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360