Pedagogar vilja hava hægri løn og betri trivnað

Pedagogar vilja hava hægri løn og betri trivnað
Fyrsti samráðingarfundurin millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar var í gjár, har partarnir løgdu krøv síni fram
Umboð fyri Pedagogfelagið á veg á fyrsta samráðingarfundin í Fíggjarmálaráðnum í gjár
 
29.08.2013 - 11:13

Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru farinundir samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi tann 1.oktober. Partarnir løgdu fram síni krøv á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár.

Krøvini ikki almannakunngjørd

Sambært heimasíðuni hjá pedagogfelagnum verða krøvini ikki almannakunngjørd. Men Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, hevur fyrr sagt, at felagið leggur dent á løn og trivnað. Felagið vil eisini hava fólkafráflytingina steðgaða. Størsti vandabólkurin har er júst kjarnin í limaskaranum hjá Pedagogfelagnum, sigur forkvinnan.

Samráðingarbólkur

Hesa ferð verður øll nevndin í felagnum ikki við á hvørjum samráðingarfundi. Í staðin fyri er settur ein samráðingarbólkur. Í honum eru Maud Wang Hansen, forkvinna, Jógvan Philbrow, næstformaður og Páll Nielsen, advokatur.

Tá Pedagogfelagið segði sáttmálarnar upp, boðaði felagið Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið hesa ferð ætlar at samráðast við partarnar hvør sær, tí sáttmálaøkini eru so ymisk. Men kommunurnar og landið svaraðu, at tey samráðast saman.

Tveir sáttmálar

Pedagogfelagið hevur tveir sáttmálar og eina avtalu við tað almenna, ein sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogarnar og ein um pedagogisku hjálparfólkini og eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um tænastumannasettu pedagogarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860