Manningar gjalda part av uppboðssølu

bannari
11.05.2018 - 15:53
InnlendisPolitikkur
Manningar gjalda part av uppboðssølu
Kvota, keypt á uppboðssølu, er loyvdur frádráttur, sigur Reiðarafelagið. Sambært manningarfeløgunum er avleiðingin, at hýrurnar lækka ein fjórðing
Svartkjaftakvota, keypt á uppboðssølu, sæst aftur á hýrunum hjá manningini

Manningarnar á skipunum, sum fiska kvotur, keyptar á uppboðssølu, kunnu rokna við munandi lønarlækking.

Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, er ein lóglig útreiðsla hjá reiðaranum at trekkja frá, áðrenn manningin fær sín part. Og henda útreiðsla verður trekt frá, staðfestir Reiðarafelagið.

Í svartkjaftafiskiskapinum verður avleiðingin, at hýrurnar lækka við einum fjórðingi, vísa útrokningar hjá manningarfeløgunum.

Á uppboðssølunum higartil er svartkjaftakvota seld fyri 38 oyru í meðal fyri kilo, og síðani fyri 55 oyru í meðal fyri kilo.

Harvið er prísurin á uppboðssøluni - tað vil siga prísurin fyri rættin at fiska - komin upp um ein triðing av tí, sum sami fiskur í løtuni kann avreiðast fyri. Havsbrún í Fuglafirði gevur umleið 1,50 kr fyri kilo av svartkjafti, tá skipini landa har.

Men tað verða ikki reiðararnir einsamallir, sum gjalda rokningina.

- Útreiðslurnar fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, verða trektar frá, áðrenn manningin fær sín sáttmálaásetta prosentpart av tí, sum skipið fiskar fyri, staðfestir Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum:

Í kunngerðini, sum skipaði royndaruppboðssølurnar í 2016 og aftur í 2017, varð ásett, at gjald fyri keyptar kvotur er ikki loyvdur frádráttur. Tað mettu reiðararnir vera eina beinleiðis, politiska uppíblandan í galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Henda avmarkingin er ikki við, nú uppboðssøla á fyrsta sinni er skipað eftir nýggju fiskivinnulóggávuni.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379