Vørðustíggjur og Sandoy Seafood høvdu onga avtalu

bannari
20.11.2018 - 10:56
InnlendisVinna
Vørðustíggjur og Sandoy Seafood høvdu onga avtalu
Avtaluuppskotið var so órímiligt, at einasti møguleiki var at lata Eysturbúgvan og Vesturbúgvan landa menningarkvotur í Fuglafirði, sigur reiðaríið

Avtalan við Sandoy Seafood var so mikið órímilig, at hon gav onga meining fyri reiðaríið Vørðustíggj.

- Tí var eingin annar møguleiki enn at lata Eysturbúgvan og Vesturbúgvan landa menningarkvoturnar í Fuglafirði sigur advokaturin hjá reiðarínum.

Jógvan Páll Lassen ásannar tó, at sjálv fortreytin fyri at fáa hesar menningarkvotur var, at fiskurin skuldi skapa menning í Sandoynni.

Reiðaríið Vørðustíggjur søkti upprunaliga um 2000 tons av makreli og 2000 tons av norðhavssild um árið í fimm ár. Hesar menningarkvotur skuldu vera grundarlag fyri at nútímansgera virkið á Sandi fyri einar 20 milliónir krónur og síðani skapa arbeiði til 20 til 30 fólk.

Tá avtornaði fekk Vørðustíggjur bara ein brotpart - nevniliga 1300 tons av makreli og 1000 tons av sild - í eitt ár.

Harvið broyttust fortreytirnar, neyðugt var at hálsa um, og umsøkjarin fær loyvi til at landa menningarkvoturnar til virkið í Skopun. Eisini fær umsøkjarin loyvi til at landa tað, sum virkið í Skopun ikki klárar at taka ímóti, í Hvalba.

Men heldur ikki tað ber til. 11. oktober, 17. oktober og 26. oktober landa Eysturbúgvin og Vesturbúgvin menningarkvotur til Pelagos í Fuglafirði - sjálvt um fiskurin skuldi skapa menning í Sandoynni.

Jógvan Páll Lassen váttar, at reiðaríið Vørðustíggjur og Sandoy Seafood hava onga avtalu um treytirnar fyri at landa menningarkvoturnar í Skopun, tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara á makrelveiðu tíðliga í oktober.

Tað var annars ein fortreyt fyri yvirhøvur at fáa menningarkvotur, at kvoturnar skuldu skapa menning í Sandoynni. Vørðustíggjur er eitt reiðarí - felagið eigur einki virki. Og felagið hevur onga avtalu vid nakað virki.

-Tad bar ikki til at gera avtalu frammanundan, tí vit vistu ikki, hvat avtala skuldi gerast um, sigur Jógvan Páll Lassen.

Tí fara Eysturbúgvin og Vesturbúgvin til fiskiskap eftir menningarkvotu til Sandoynna, sum ikki kann landast í oynni. Eftir stendur reiðaríið Vørðustíggjur við menningarkvotum til Sandoynna - sum tó ikki kunnu landast í oynni. Fiskimálaráðið hevur givið reiðarínum freist til hósdagin klokkan fýra at fáa viðurskiftini uppá pláss - annars verður restina av kvotuni tikin aftur.

Í løtuni er tó einki samband partanna millum.

Hoyr samrøðu við Jógvan Páll Lassen við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424