Fegnast um avtaluna við EABS

27.05.2018 - 15:36
Innlendis›Vinna
Fegnast um avtaluna við EABS
Avtalan kann økja um samhandil okkara við londini í evro-asiatiska økinum, heldur Marita Rasmussen

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fegnast fyri føroyska vinnulívið, at Føroyar hava gjørt eina avtalu við evro-asiatisku búskaparsamgonguna. Samgongan telur londini Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia.

Marita Rasmussen sigur, at tað serliga er Russland, sum er áhugavert fyri okkum í løtuni, tí vit hava so stóran samhandil við Russland og ein møgulig fríhandilsavtala kundi latið upp fyri enn størri samhandli. Tað liggja eisini fleiri møguleikar at samstarva við hini londini í búskaparsamgonguni, ið nú lata seg upp.

Vinnan skal ikki taka politisk atlit

Atfinningarsamar røddir hava verið frammi um, at vit hava ein ov stóran samhandil við eitt nú Russland, tá onnur evropeisk lond ikki gera tað av politiskum orsøkum.

Tað atlitið er til tað politisku skipanina at taka sær av og tað er ikki eitt atlit, ið føroyska vinnan skal taka, sigur Marita Rasmussen. Hon sigur, at Føroyar merktu sjálvar handilsbann tá makrelstríðið var í hæddini og tá lat hesin nýggi møguleikin seg upp við russiska marknaðinum.

Sambært Maritu Rasmussen so eiga vit eiga at brúka teir møguleikar vit hava at finna aðrar markanaðir - eisini uttan fyri Evropa.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189