Talufrælsi og §266b skal granskast

04.06.2018 - 14:08
Innlendis›Samfelag
Talufrælsi og §266b skal granskast
Verkætlanin snýr seg um tvørsøgnina millum framsøgufrælsi, ið er ein hornasteinur undir fólkaræðinum, og eisini um §266b skal vera í lógini

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa.

Ein teirra, sum hevur fingið stuðul, er Sigri Gaini, sum hevur fingið 1,1 millión krónur til granskingarætlan um framsøgufrælsi og haturstalu, har serligur dentur verður lagdur á grein 266b.
Verkætlanin snýr seg í stuttum um tvørsøgnina millum framsøgufrælsi og lógarásettu avmarkingarnar fyri framsøgufrælsinum í almenna rúminum. Serligt fokus verður á §266b, og spurningurin, um paragraffin eigur at vera partur av lóg okkara ella ikki.

Sigri Gaini greiðir her frá granskingarætlanini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213