New York Times setir sjóneykuna á føroyska gransking

New York Times setir sjóneykuna á føroyska gransking
Í gjár varð drúgv grein um PFAS granskingina hjá Pál Weihe, professara, í Føroyum almannakunngjørd á heimasíðuni hjá  New York Times Magazine
Mynd: nytimes.com  
 
17.08.2023 - 15:19

Pál Weihe, professari, hevur vitað tað og gjørt vart við tað í nógv ár, og gjørt seg sera illa dámdan millum føroyingar, fyri at siga tað hart.

At havið nú er so dálkað av PFAS og øðrum evnum, at hann frámælir, at føroyingar eta grind, og at kvinnur, sum eru við barn, bara eta avmarkaðar nøgdir av fiski. 

PFAS er mannagjørt evni, sum er leingi um at verða niðurbrotið og tí fer langa leið við luftini, regninum og havstreymunum og hópast upp í føðiketuni. 

PFAS er millum annað at finna í vatni, fiski og hvali. PFAS er eitt evni, sum kann millum annað skaða immunverjuna hjá børnum.

Tað skrivar granskingarráðið í tíðindaskrivi.

Í gjár varð drúgv grein um PFAS gransking almannakunngjørd á heimasíðuni hjá  New York Times Magazine. 

Í hesi greinini er samrøða við Pál Weihe, professara, um hansara lívlongu gransking í PFAS og øðrum dálkingarevnum.

Greinin í New York Times er 18 síður við myndum, og fer víða um, bæði í føroysku granskingini og í altjóða PFAS granskingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531