Fara ikki at hækka skuldarloftið

04.06.2018 - 13:02
Innlendis
Fara ikki at hækka skuldarloftið
Kommunala skuldarloftið verður ikki hækkað, sum Kommunufelagið ynskir. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, og tí hava kommunurnar ført fram ynski um at hækka skuldarloftið við áleið 30 prosentum, sum svarar til íløgutørvin á eldraøkinum.

Men Fíggjarmálaráðið fer ikki at hækka skuldarloftið hjá kommununum. Tað sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Kommunurnar kunnu lána upp til eina álíkning, og sum støðan er í løtuni, so er eingin kommuna, sum er omanfyri skuldarloftið.

Sambært tølum frá Fìggjarmálaráðnum er rásarúmið fyri samlaðum kommunalum íløgum stórt í løtuni. Samlað kunnu kommunurnar kring landið lána 1.859 mió. kr. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815