- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna heldur fast um staðseting

Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært Tórshavnar kommunu til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um, at kommunan hevur gjørt av, at nýggja ungdómshúsið á Argjum skal halda til í Skúlanum á Argjahamri.
Men Tórshavnar kommuna heldur fast um, at frítíðartilboðið á Argjum skal vera í Skúlanum á Argjahamri.
Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, er tað ikki vanligt, at skúla kærar kommununa til Mentamálaráðið viðvíkjandi hølum, sum eru til felags nýtslu.
Ónøgd við avgerðina
Skúlastjórin og námsfrøðiliga ráðið í skúlanum á Argjahamri finnast at ætlanunum og hava kært kommununa til Mentamálaráðið vísandi til § 63 í fólkaskúlalógini, sum sigur:
"Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans".
Kommunan kann gera reglur um annað virksemi
Men sambært trivnaðarstjóranum í kommununi liggur § 47 til grundar fyri staðsetingini av ungdómshúsinum í skúlanum á Argjahamri:
- Tað er eisini ein onnur grein í fólkaskúlalógini, sum er grein 47, har kommunan kann gera reglur um, hvussu annað virksemi enn skúli kann vera á skúlunum, og tað hevur kommunan eisini gjørt, sigur Jóan Petur Hentze og leggur afturat, at ætlanin um at fyrireika eitt frítíðartilboð á Argjum hevur verið á veg í hálvtannað ár við pallborðsfundum og øðrum.
Men formliga hevur málið ikki verið hoyrt í mun til § 63, sum merkir, at kommunan ikki formliga hevur hoyrt skúlan.
- Tað skuldu vit kanska havt gjørt, vit hava bara ikki hildið tað vera neyðugt í og við, at vit hava brúkt eina aðra paragraff í fólkaskúlalógini, sigur Jóan Petur Hentze.
Tilboðið heldur fram
Sambært trivnaðarstjóranum var eingin orsøk til at útseta frítíðartilboðið, hóast skúlin á Argjahamri einans hevur havt tveir dagar at koma við einum hoyringarsvari í málinum.
Trivnaðarstjórin sigur eisini, at hóast hesa kæru, so fer frítíðartilboðið at halda fram, sum ætlað.
Hoyr samrøðu við Jóan Petur Hentze, trivaðarstjóra í Tórshavnar kommunu, omanfyri.
Sí eisini