Nevndin lýkur treytirnar

07.06.2018 - 12:47
InnlendisVinna
Nevndin lýkur treytirnar
Nývalda nevndin lýkur treytinar, sum eru ásettar í kunngerðini, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Nevndin, sum skal koma við tilmæli til landsstýrismannin um útlutan av menningarkvotum, er nú mannað.

- Talan er um fólk, sum hava innlit í økismenning, hava royndir við nýskapan og virðirskapan í vinnuni og fólk sum hava innnlit í fígging og fíggjarviðurskifti hjá fiskivinnufyritøkum.

Tað sigur Høgni Hoydal um nývaldu nevndina.

Tríggjir limir eru í nevndini. Tey eru Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, Guðrið Andorsdóttir, føðslulívvirkisfrøðingur og Arnbjørn Egholm, sum hevur bankaútbúgving.

Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal omanfyri.

Ikki besti menningarmáti

Nýggja skipanin við menningarkvotum hevur verið fyri stórum atfinningum, síðani hon varð samtykt beint fyri jól.

Eitt nú hevur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, sagt, at um politiska skipanin vil menna ávís øki í landinum, so eru aðrir hættir betri enn menningarkvoturnar.

- Man skal ikki blanda sosialpolitikk og vinnupolitikk saman. Vinnipolitikkur má vera vinnupolitikkur, har tað snýr seg um at skapa so høga virðisøking sum gjørligt, segði hann millum annað í Radarinum, sum varð sendur í desember.

Hoyr Radarin "Ikki nóg naknir at spinna" í síni heild her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815