Ráðstevna um rekruttering: Góðar søgur úr fiskivinnuni skulu til

Ráðstevna um rekruttering: Góðar søgur úr fiskivinnuni skulu til
Enn kemur tað fyri, at skip ikki sleppa til fiskiskap, tí tey mangla fólk, sigur Jan Højgaard, sum heldur, at vit eiga at gera alt fyri at fáa føroyingar umborð á skipini
Negativar søgur úr fiskivinnuni styggja tey ungu burtur, heldur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Savnsmynd  
 
08.06.2026 - 20:21

Føroysku fiskiskipini hava í nógv ár havt trupult við at fáa manning, og ein av orsøkunum er, at ov fáir ungir føroyingar velja fiskivinnuna sum vinnuveg. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, í sambandi við norðurlendska ráðstevnu um framtíðarinnar fiskivinnu, sum í dag var í Kongshøll í Havn.

Sambært Jan Højgaard hevur trotið á føroyskari manning havt fleiri keðiligar avleiðingar, millum annað, at skip ikki eru sloppin til fiskiskap, tí tey hava manglað fólk.

Negativ umtala av fiskivinnuni er ein orsøk til, at nógv ung halda seg aftur at velja sjógvin sum vinnuveg, heldur hann. 

Norski Leif Harald Hanssen, verkætlanarleiðari, sum arbeiðir við rekruttering í norsku sjóvinnuni, hevði eitt upplegg á ráðstevnuni, og eisini hann leggur dent á, at tað eru tær góðu søgurnar úr fiskivinnuni, ið skulu fram fyri at kveikja hugin hjá ungum til sjólívið.

Føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum skipaði fyri ráðstevnuni, har stovnsrøkt var í brennideplinum. Sambært fyrireikarunum var endamálið við ráðstevnuni at viðgera, hvussu framtíðar samfeløg kunnu fáa sum mest virði burtur úr havsins tilfeingi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum klokkan 18:

1816734

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952