Metingarnevndin farin til arbeiðis

09.06.2018 - 14:53
InnlendisPolitikkur
Metingarnevndin farin til arbeiðis
Nevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur, fer nú undir at viðgera tær 38 umsóknirnar
Gestur Hovgaard er formaður í metingarnevndini, sum er farin undir at viðgera tær 38 umsóknirnar um menningarkvotu

Nevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur, hevur havt sín fyrsta fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Har vóru formligu viðurskiftini fingin uppá pláss, soleiðis at nevndin nú kann fara til arbeiðis.

Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm eru í metingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum um menningarkvotur, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. 

Grein-60 í lógini um fyrisiting av sjófeingi gevur landsstýrismanninum heimild at lata í mesta lagi 8,5 prosent av samlaðu, føroysku kvotuni av ymsu fiskasløgunum til vinnuligar menningarætlanir kring landið. 

Í hesum fyrsta umfari verður bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. Menningarkvoturnar í ár eru 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild.

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. 

Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Gestur Hovgaard var í útvarpsstovuni í tíðindunum á middegi. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852