Nevnd skal skjótt koma við tilmælum

13.06.2018 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Nevnd skal skjótt koma við tilmælum
Ein nevnd skal koma við tilmælum, um hvussu ein gjaldsskipan kann skipast, nú fleiri hagastýri í hvør sínum lagi ætla at krevja pengar frá fólki.

Ein nevnd skal nú gera uppskot um, hvussu ferðavinnan skal skipast betur og gera tilmæli um, hvørt landið skal skipa eina sentrala gjaldskipan. 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú fleiri hagastýri í hvør sínum lagi ætla at taka pengar frá fólki, sum ganga í haganum.

- Málið er vorðið meira átrokandi nú, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen.

Hagastýrið fyri Nípuhaga hevur boðað frá, at tað hevur ásett, at gangast einans kann í haganum frá kl. 7 á morgni til klokkan 7 á kvøldi, men hagin ætlar einans at taka gjald frá bólkum og ikki frá einstaklingum og skúlaflokkum.

Hagastýrið á Viðareiði hevur eisini ætlanir um at seta í verk gjald - men ikki fyrr enn næsta ár.

Tørvur á at samskipa økið

Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, segði við útvarpið fríggjadagin, at hann hevði biðið um fund við landsstýrið, nú fleiri hagastýri eru farin ella hava ætlanir um at krevja pengar frá fólki, ið ganga í haganum ella eitt nú krevja, at tey hava ferðaleiðara við sær.

Johan Pauli Helgason heldur, at tað er óheppið, at fleiri ymiskar gjaldsskipanir eru kring landið, og tí má innkrevjingin samskipast.

Og tað arbeiðið er í gongd, sigur Poul Michelsen. Ein nevnd hevur í eina tíð arbeitt við at skipa ferðavinnuna. Hendan nevndin skal arbeiða skjótt og koma við tilmælum um, hvørt ein sentral gjaldsskipan skal gerast.

Málsøkið hjá fleiri ráðum

Tað er ikki bara landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum arbeiðir við málinum, men eisini Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið.

Landsstýrið hevur havt fleiri fundir um avbjóðingarnar, sum standast av vaksandi ferðavinnuni, men nú fleiri hagastýri í hvør sínum lagi eru farin at krevja pengar frá fólki, er málið vorðið meira átrokandi, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður í landbúnaðarmálum í stuttari viðmerking. 

Landsstýrið hevur fyrst og fremst arbeitt við at fáa greiðu á lóggávuni, og hvussu økið kann regulerast við verðandi lóggávu.

Fyribils niðurstøðan er, at lóggávan er so gomul og ótíðarhóskandi og sigur so lítið um tær avbjóðingar, sum ferðavinnan hevur við sær, at neyðugt helst er at dagføra lóggávuna fyri at kunna regulera økið við lóg.

Men landsstýrið arbeiðir framvegis við málinum, sigur Høgni Hoydal í stuttari viðmerking.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485