Verji: Sjúkur maður sleptur upp á fjall

18.06.2018 - 10:05
Innlendis›Samfelag
Verji: Sjúkur maður sleptur upp á fjall
Fríggjakvøldið fullu dómar í Øksarmálinum. Ein teirra skal á stovn í óásetta tíð, meðan hin skal í fongsul í fýra ár

Eftir dómarnar í sokallaða øksamálinum fríggjakvøldið nýtti Jógvan Páll Lassen, verji, høvið til at koma við hvøssum atfinningum móti Almannaverkinum fyri at hava slept einum sjúkum og vandamiklum manni upp á fjall.

Jógvan Páll Lassen var verji hjá einum 22-ára gomlum manni, sum varð dømdur til sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð. Maðurin fekk staðfest sálarsjúku í 2011, men hevur onga hjálp fingið, sigur verjin.

Jógvan Páll Lassen leggur dent á, at tann 22-ára gamli maðurin er misrøktur í føroysku skipanini við ongari hjálp, hóast hann í 2011 fekk staðfest diagnosu.

- Hvat høvdu fólk sagt, um ein krabbasjúklingur varð sendur heim við einum posa av panodilum og orðunum um, at vit kontakta teg aftur um nøkur ár, spyr advokaturin retoriskt.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Páll Lassen, verja, omanfyri. 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum er staddur uttanlands, hevur í løtuni onga viðmerking til atfinningarnar frá avdokatinum. Hann vil hava betri stundir at seta seg inn í málið, áðrenn hann svarar, segði Edvard Heen leygarkvøldið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053