Byggja privatar leiguíbúðir í Klaksvík

26.06.2018 - 12:25
InnlendisSamfelag
Byggja privatar leiguíbúðir í Klaksvík
Felag er nú sett á stovn, sum fer at byggja privatar leiguíbúðir í Klaksvík.

Talan er um vinnulívsfólk úr Klaksvík, sum hava sligið seg saman um felagið Norðbýli. Tí tørvurin á leiguíbúðum er sambært teimum eisini stórur í Klaksvík og Norðoyggjum. 

Stórur tørvur kring allar Føroyar

Tosað hevur leingið verið um, at stórur tørvur er á leiguíbúðum, og bæði landspolitikarar og kommunur hava víst á tørvin. 

Eitt nú samtykti Tórshavnar kommuna í februar, at kommunan fer at arbeiða við at fáa til vega 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir áðrenn 2022. Eisini Bústaðir hevur víst á tørvin.

Bústaðir umsitur 244 leigumál og ætlar at byggja á leið 225 íbúðir í høvuðsstaðarøkinum næstu árini. Felagið hevur tó víst á, at neyðugt er við einum samstarvi millum tað almenna og privata fyri at nøkta tørvin. 

Byggja fyri at leiga

Fleiri feløg eru farin at byggja íbúðir at selja, men í síðsta mánaða stovnaði Betri Samtakið saman við Articon, SNA Arkitektar og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar eitt felag, sum hevur ætlanir um at byggja og leiga íbúðir út.

Og nú er eisini eitt felag sett á stovn í Klaksvík, sum hevur ætlanir um at byggja og leiga út íbúðir.

Tí tørvurin á leiguíbúðum er eisini stórur í Klaksvík og Norðoyggjum, sigur Hilmar Sigmundur Kalsø Danielsen, stjóri í nýggja felagnum.

Samráðast um grundstykki

Norðbýlið er helst fyrsta felagið í Klaksvík, sum fer undir at byggja leiguíbúðir. Tað eru fyritøkurnar El-in, Kanjon og Klaksvíkar sleipistøð umframt onnur vinnulívsfólk, sum eru farin saman um felagið.

Felagið hevur enn ikki keypt nakað grundstykki ella bygning, men eru í løtuni í samráðingum um hetta. Felagið ætlar antin at byggja eini 10 íbúðir ella umvæla ein eldri bygning.

Bústaðir byggir í løtuni 30 íbúðir á Biskupstorginum í Klaksvík, og hevur Kanjon gjørt ein part av arbeiðnum.

Áhugað í samstarvi við tað almenna

Hilmar Sigmundur Kalsø Danielsen sigur, at felagið hevur í løtuni ongar ætlanir um at byggja vardar íbúðir ella eldraíbúðir, men felagið er áhugað í samstarvi við Bústaðir ella tað almenna, um tørvur er á tí.

Norðbýli fer undir at byggja íbúðirnar, tá grundstykki ella bygningur er fingin til vega. Tað verður vónandi skjótt, sigur Hilmar Danielsen. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444