11.000 fyri leiguíbúðir í Klaksvík

bannari
11.000 fyri leiguíbúðir í Klaksvík
360 fólk hava fingið tilboð um íbúð í Biskupstorgi í Klaksvík og Hvannasundi. Íbúðirnar kosta úr 5.600 upp í 10.900 krónur um mánaðin
30 íbúðir eru í Biskupstorgi. Leiguprísurin í Biskupstorgi liggur í millum 5.600 og 10.900 um mánaðin
 
15.03.2019 - 07:57

360 fólk hava fingið tilboð um íbúð í Biskupstorgi í Klaksvík og Hvannasundi. Tað upplýsir Andras Róin, stjóri í Bústøðum, fyri útvarpinum.

30 íbúðir eru í Biskupstorgi og tríggjar í Hvannasundi. Leiguprísurin í Biskupstorgi liggur í millum 5.600 og 10.900 um mánaðin.

Greinin heldur fram niðanfyri

20190308_KUNNU_FLYTA_INN_1_MAI

Video: Kunnu flyta inn 1. mai

Bíligastu íbúðirnar eru knappar 60 fermetrar í búvídd, meðan tær dýrastu eru góðar 120 fermetrar, og allar hava egin goymsluhøli og egna terassu.

Aftur at leiguprísinum er eitt aconto gjald fyri hita, sum liggur millum 500 og 1.100 krónur. 11 íbúðir hava eitt kamar, 14 hava tvey og fimm íbúðir hava trý kømur.

- Tað eru nógv fólk, sum bíða eftir at fáa tilboð - eisini í Norðoyggjum. Tað er tað, sum talan er um her, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, við útvarpið.

1278872

Biskupstorg hevur verið longi ávegis, tí tað eru trý ár síðani byggingin byrjaði. Íbúðirnar í Hvannasundi eru tríggjar í tali, allar hava tvey kømur.

Leiguprísurin í Hvannasundi er 5.900 umframt gjald fyri orkunýtslu. Tað verður klárt at flyta inn Biskupstorg og í Hvannasundi 1. mai, upplýsa Bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329