306.000 tons av svartkjafti fiskað

01.07.2018 - 18:10
InnlendisVinna
306.000 tons av svartkjafti fiskað
262.000 tons eru loandað í Føroyum og 44.000 tons uttanlands

Nú vertíðin eftir svartkjafti er av á hesum sinni, hava føroysku skipini fiskað 306.000 tons, vísir ein uppgerð hjá Vørn.

262.000 tons eru landað í Føroyum, og 44.000 tons eru landað uttanlands.

Heildarkvotan av svartkjafti í ár er 493.000 ton.

Sløk 100.000 tons eru latin í býti við onnur lond, so føroysku skipini eiga góð 393.000 tons.

50.000 tons eru seld á uppboðssølu umframt 18.000 tons, sum eru seld sum eitt ára rættindi.

Havsbrún í Fuglafirði tekur ímóti meginpartinum av svartkjaftinum, og virkið hevði sítt besta ár í fjør, sigur Odd Eliasen, stjóri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365