Fiskurin bíðar ikki

Fiskurin bíðar ikki
Tað er alneyðugt at føroysk uppsjóvarskip sleppa at landa svarkjaft uttanlands. Tað heldur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. 
 
28.04.2018 - 12:46

Móttøkuorkan á landi er ikki tann sama, aftaná at virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri brendi í fjør.

Hetta merkist í samband við svartkaftafiskiskapin. Tí tað kemur javnan fyri, at skip mugu bíða við at sleppa framat at landa. 

Tí er tað alneyðugt at føroysk uppsjóvarskip sleppa at landa svarkjaft uttanlands. 

Tað heldur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. 

- "Tá mann hevur við fisk at gera, tá kann mann ikki siga við fiskin, at hann skal bíða, til mann er klárur at landa. Mann má fiska, meðan fiskur er", sigur Bogi Jacobsen.

Fyrst í juni verður nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic royndarkoyrd. 

Bogi Jacobsen roknar við, at nýggja virkið á Tvøroyri verður klárt til at taka í móti makreli í august. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672