- #Metoo rørslan er kærkomin

09.07.2018 - 17:20
List›Sniðgeving
- #Metoo rørslan er kærkomin
- #Metoo rørslan er neyðug, tí hon setur hol á eitt kjak, ið snýr seg um undirliggjandi makt-struktarar, sigur Siri Sørensen, ið fegnast um rørsluna

"Metoo" er helst eitt tað mest nýtta orðið í fjør. Rørslan, har kvinnur savnaðust um at fortelja søgur um persónligan ágang fór víða um - eisini her í Føroyum. Nøkur vilja vera við, at rørslan fór av sporinum, tí hon fevndi so breitt. Tó er greitt, at #Metoo rørslan hevur elvt til kjak í nógvar ymsar rætningar. 

Siri Sørensen er ein teirra, ið heldur at metoo-rørslan er kærkomin, tí hon er alneyðug. Tó troyttast hon av, at kjakið ofta er farið av sporinum, har dentur hevur verið lagdur á, at menn eru ov primitivir, og kvinnur í stóran mun eru gjørdar til offur. 

- Metoo rørslan setur hol á kjakið um samfelagsligar-sturktarar og makt-strukturar millum kvinnur og menn, ið eru undirliggjandi í gerandisdegnum, sigur Siri Sørensen, sosiologur og fyrrverandi blaðstjóri á kvinnu. 

Summartímin mánadagin 9. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342