Gimme 90 ár: Lívið er ein gáva

10.07.2018 - 16:45
ListSniðgeving
Gimme 90 ár: Lívið er ein gáva
- Lívið er gott. Tað er ein gáva. Eisini tað ringa. Uppliva vit bara gott, varnast vit ikki, at tað góða er gott, sigur Gimme, ið fyllir 90 ár í dag

"...Hevur tú ringa tíð?" spyr Gimme, tá vit sessast á Essabarr, ið fyrr æt Café Natúr. "Nei, tað havi eg ikki". "Okey, tí eg havi bara tíð", svarar Gimme.

Gongur tá á Havnargøtum seinnapart, hevur tú ivaleyst sæð hann. Gimma. Hann eitur Hjalgrím Martin Hansen, men vil bara verða nevndur Gimme. 

Gimme er upprunaliga av Slættanesi, men bygdi sær hús í Rituvík. Fyri trimum árum síðani brendu húsini í grund. Húsini, Gimme hevði búð í áleið 60 ár. Hann býr tí á Signabø hjá ein av synunum. Hann er ikki beiskur av sinni. Hann elskar lívið. Hvønn dag fer hann við bussinum til Havnar, har hann byrjar á Essabarr. Fær sær eina øl og síðani gongur hann gjøgnum allan miðbýin. Eftirhondini er Gimme blivin ein býarmynd. Hann er ikki smæðin og prátar við øll, ið hava hug at práta. 

Gimme fylti 90 ár í dag, men tað órógvaði ikki gerandis-rutuna, sum hann fer eftir hvønn dag. 

Summartímin týsdagin 10. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373