- Fiskivinnunýskipanin orsøk til søluna

bannari
23.07.2018 - 16:02
InnlendisVinna
- Fiskivinnunýskipanin orsøk til søluna
Hanus Hansen, reiðari, sigur, at orsøkin til, at Sjúrðarberg er seldur til Russlands, er, at minni verður at fiska í framtíðini.

Trolarin Sjúrðarberg hjá JFK reiðarínum er seldur til Russlands, og manningin, sum telur góðar 20 mans, er uppsøgd.

Hanus Hansen, reiðari, sigur, at orsøkin til, at Sjúrðarberg er seldur er, at minni verður at fiska í framtíðini.

- Tá 2019 kemur, fara vit at hava 45 % minni av kvotum í Barentshavinum, enn vit høvdu fyri tveimum árum síðani. So er ikki pláss at hava tvey skip í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, reiðari, vera millum orsøkirnar til, at Sjúrðarberg er seldur. 

Sambært Hanusi Hansen var sølan av Sjúrðarbergi ikki aktuel, áðrenn fiskivinnunýskipanin byrjaði at taka skap. 

- Hann hevði ikki verið seldur, um vit ikki fingu hesa nýskipanina, sigur hann. 

Hoyr samrøðu við Hanus Hansen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947