Lógarbroytingar gera nevnd arbeiðsleysa næsta ár

26.07.2018 - 07:44
Innlendis›Politikkur
Lógarbroytingar gera nevnd arbeiðsleysa næsta ár
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, vónar, at Almannamálaráðið hevur loftað øllum ósemjunum um markamót í lógaruppskotinum:
Eyðgunn Samuelsen

Broytingar í lógini um heimatænastu og eldrarøkt skal gera av við allan iva um, hvør eigur ávís fólk, landið ella kommunurnar.

Almannamálaráðið hevur tikið niðurstøðurnar hjá Markamótsnevndini við í lógaruppskotið, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum vónar, at nevndin verður óneyðug í framtíðini.

Markamótsnevndin ger niðurstøður í ósemjum millum landið og kommunurnar um, hvør skal gjalda fyri fólk, sum lógin frá 2015 umfatar.

Lógaruppskotið er til hoyringar til 14.september.

Ætlanin er at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið í vetur, soleiðis, at broytingarnar koma í gildi 1.januar 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025