Runavíkar kommuna vil hava greiðu á innkomuvegnum

03.08.2018 - 09:37
InnlendisPolitikkur
Runavíkar kommuna vil hava greiðu á innkomuvegnum
Frágreiðing er latin løgtinginum, ið nágreinar kostnaðin og loysnina, ið kommunan ynskir

Tá eingin umkoyringarvegur omanfyri Runavík, Saltangará og Glyvrar er í væntu, mælir Runavíkar kommuna til, at Løgtingið játtar fígging á hálvtannað hundrað milliónir til innkomuveg framvið sjóvarmálanum í 2019.

Tað skrivar Runavíkar kommuna í nýggju frágreiðingini nevnd "Eysturoyartunnil og innkomuvegur í Runavík", ið tey hava handað Løgtinginum.

Tað er ein ógvuliga stór upphædd, men tað er kostnaðurin fyri allar verkætlanina, sum kommunan mælir til og tað, sum kommunan í veruleikanum vil, er at fáa vissu frá løgtinginum fyri, at trupulleikin verður tikin í álvara og at ein loysn verður funnin, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179