Dálkandi verkætlan umhvørvisgóðkend

07.08.2018 - 15:14
Innlendis›Umhvørvi
Dálkandi verkætlan umhvørvisgóðkend
Umhvørvisstovan hevur ikki heimild at steðga verkætlanum sum hesari, men krøvini til upprudding verða herd so við og við, sigur umhvørvisviðgeri

Nes Kommuna hevur fingið góðkenning til at brúka grót úr Eysturoyartunnilinum til at leingja verjugarðin við havnina, hóast hetta kann merkja, at nógv plast frá spreingiløðingum endar á sjónum.

Umhvørvisstovan hevur ikki heimild at steðga verkætlanum sum hesari, men krøvini til upprudding verða herd so við og við, sigur Ingvard Fjallstein, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni.

Leingja verjugarðin

Nes kommuna hevur fingið góðkenning frá Umhvørvisstovuni at leingja verjugarðin við havnina 90 metrar við gróti úr Eysturoyartunlinum. 

Trupulleikin er, at nógv plast er í grótinum, sum væntandi fer á sjógv. Mett verður, at umleið 31,5 til 56 kilometrar av spreingileidningum verða fluttir við, og at størsti parturin av hesum fer á sjógv. 

- Umhvørvisstovan kann altíð krevja upplýsingar um virksemi, sum viðvíkja góðkenningina, sigur Ingvard Fjallstein, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni.

Tað merkir, at Umhvørvisstovan til eina og hvørja tíð kann fylgja við og hyggja eftir, um góðkenningin verður fylgd.

Herða krøvini hvørja ferð

Plasti, sum fer á sjógv, er dálkandi, men Umhvøsvisstovan hevur ikki heimild at steðga slíkum verkætlanum. 

- Grunleggjandi er tað ikki rætt at koyra hetta grótið á sjógv. Men nú er ein verkætlan í gongd, Eysturoyartunnilin, sum kostar eina milliard, har ætlanin allatíð hevur verið, at grótið skal brúkast til útfyllingar, sigur hann. 

Tað er heldur ikki ásett í løgtingslógini um umhvørvisvernd, at slíkar verkætlanir skulu hava umhvørvisgóðkenning.

Í fylgiskjalinum til lógina stendur, at undantøk eru, og tá kann umhvørvisstovan áseta krøv. Og fleiri og fleiri krøv verða sett, og sostatt verður dálkingin tálmað.

Hoyr Ingvard Fjallstein, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, greiða frá í ljóðbrotinum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655